Frakt kr. 25,- - Vit taka ikki ímoti korti, bert bankaflyting ella kontant við avheintan

Um okkum

Hey,

BBKASS eru eg, Beinta, og maður mín Birgir, sum til dagligt arbeiðir við fiskasølu. Eg arbeiddi sum skrivari, men eftir at tað starvið bleiv niðurlagt, yvirtalaði eg Birgir at byrja við heimablídni. Eg hevði mangan hugsa um at havt okkurt sjálvstøðugt, og við vaskandi ferðafólkatali í Føroyum, sá eg møguleikan við heimablídni.

Mær dámar væl at binda, seyma og hekla, so eg byrjaði eisini at framleiða ymiskar vørur, fyrst og fremst ætla til tey vitjandi, men havi eisini roynt ymisk søluátøk.

Vit byrjaðu heimablídni í 2019, og so kom sjálvandi korona og oyðilegði alt. Tí fór eg í holt við heimasíðuna og havi havt hana síðan.

Tað, sum eg framleiði, fylgir ikki nøkrum móta, og sum sæst á heimasíðuni dámar mær eisini litir.